Fløgan Vendetta hjá bólkinum 200 er besta fløguútgáva í Skandinavia frá 2012.
Tað halda teir báðir donsku tónleikajournalistarnir, Thomas Brunstrøm og Peter Krogholm, ið standa fyri heimasíðuni allscandinavian.com. Hetta er ein tónleikasíða, sum einans skrivar um skandinaviskan tónleik.
Journalistarnir hava gjørt eitt yvirlit við 20 teimum bestu skandinavisku fløguútgávunum í fjør. Og ovast á hesum listanum eru føroysku 200 við fløguni Vendetta, sum kom út á vári í fjør. Vendetta er fimta fløguútgávan hjá 200.
Um fløguna siga teir báðir tónleikajournalistarnir soleiðis:
-Sometimes all it takes is 25 minutes. Not least when theyre as sublime as on 200s album Vendetta. Through it Mikael Blak, Niels Arge Galán and Uni Árting not only wipe their asses with so many of the bands riding the new wave of punk in Scandinavia these days they do it while extending well-placed and heartfelt Fuck You!s to the fearmongering political right sympathies dominating public debate these days. You know, actually taking a stand. And that counts for quite a bit in out book
Til ber at síggja yvirlitið við 20 av teimum bestu fløguútgávunum í Skandinavia í 2012 við at trýsta her.