Best í svimjing

Eingin yvir og eingin við síðuna av. Tað er støðan, tá avrikini hjá føroyska svimjilandsliðnum skulu gersat upp higartil.

Føroyar eru nevnliga landið, sum hevur bjargað flestu heiðursmerkjunum úr váta elementinum. Eftir fyrstu tveir kappingardagarnar er talan soleiðis um 8 gullmerki, 2 silvurmerki og 3 bronsumerki.