- Beinleiðis kryvjing av fiski gevur verri dygd, enn um fiskurin fyrst verður blóðgaður, meðan hann er livandi, sigur Helgi Nolsøe, verkfrøðingur At blóðga ella ikki at blóðga fisk er ein spurningur, sum mangan hevur verið frammi í sambandi við dygd á fiski og fiskavørum. Í ársritinum Sjóvarmál, sum Fiskirannsóknarstovan gevur út, hevur Helgi Nolsøe, verkfrøðingur, áhugaverda grein um týdningin av, at fiskur verður blóðgaður. Helgi byggir greinina á eina kanning, sum Fiskeriforskning í Noregi hevur gjørt.
- Ymiskir pástandir hava verið frammi um góðskuna á beinleiðis kruvda fiskinum, bæði fyri og ímóti, men í Føroyum eru ongar almennar kanningar gjørdar av, hvussu blóðging ávirkar góðskuna av lidnu vøruni. Tí heldur kjakið fram ? ikki minst eftir, at partrolarar eru farnir at nýta kryvjimaskinur.
Verkfrøðingurin vísir á, at partrolarar veiða stórar nøgdir av fiski, og tí hevur tað sjálvsagt stóran týdning, hvussu fiskurin verður hagreiddur.
- Sambært norsku kanningini verður dygdin á fiskinum betri, um hann verður blóðgaður, áðrenn hann verður kruvdur.
Helgi Nolsøe sigur, at Fiskeriforskning í Noregi hevur kannað ymisku hættirnar at hagreiða fiskin og soleiðis eisini ymisku blóðgingarhættirnar. Hugt hevur eisini verið eftir, hvussu blóðging ávirkar litin á flakinum.
- Niðurstøðan hjá norðmonnum er, at beinleiðis kryvjing gevur verri úrslit enn tvey stigs blóðging/ kryvjing ? sjálvt við livandi fiski og útblóðingartíð á ein tíma. Sambært kanningini hevur tíðin frá tí, at fiskurin kemur úr sjónum, til hann er blóðgaður ella beinleiðis kruvdur, størstu ávirkanina á útbløðingina, sigur hann.