Besiktas vann lættliga 4-0 á Víkingi

90+4.min LIÐUGT

 

Víkingur hevði ongan livandi møguleika at gera nakað við gestirnar, sum høvdu tamarhald á øllum dystinum. Víkingur hevði eini trý fríspørks innlegg, sum kundu givið mál, men tíverri eydnaðist tað ongantíð.

 

80.min

 

Sølvi Vatnhamar út - Hjartvard Hansen inn

 

75.min

 

Besiktas situr á øllum dystinum, men leggur ikki líka nógv fyri sum í fyrra hálvleiki. Víkingur kemur sjálvdan um miððjuna við bóltinum.

 

72.min

 

Páll Klettskarð út - Sverri Jacobsen inn

 

60.min

 

Víkingur leggur fríspark innfyri, men aftur hesa ferð eru Víkingahøvdini og stutt til innleggi.

 

Hans Jørgin Djurhuus út - Kaj Leo í Bartalstovu inn.

 

Hálvleikur:

 

Víkingur ongan livandi møguleika ímóti Besiktas í kvøld, sum hevur hugnað sær á Svangaskarði.

 

43.min:

 

4-0, tað var aftur Da Silva Bobo, ið skoraði eftir innlegg úr høgru. Hesa ferð var tað navnframi Ricardo Quaresma, ið legði upp.

 

32.min:

 

3-0 til Besiktas. Eftir innlegg úr høgru er Bobo fyrstur á og vendir sær rundan um verjuleikara og smekkar bóltin í nettakið.

 

Hans Jørgen Djurhuus fær gult kort fyri eina ov seina takling í somu støðu.

 

25.min:

 

Víkingur undir stórum trýsti og koma sjálvdan fram um miðjuna við bóltinum. Besiktas kundi verið á odda við fleiri, meðan Víkingur bara hevur havt ein møguleika. Tað var tá Hanus Jacobsen sendi fríspark innfyri, men ongin rakk upp eftir bóltinum.

 

10.min:

 

Nihat verður spældur leysur í brotssteiginum og skorar trygt til 2-0.

 

3.min:

 

Ekrem Hayyam Dag leggur Besiktas á odda 1-0.

 

Víkingur:

 

Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclassen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Nenad Stankovic, Hans Jørgen Djurhuus - Páll Klettskarð og Finnur Justinussen.

 

Besiktas:

 

Hakan Arikan - Erhan Guven, Tomas Zapotocny, Tomas Sivok - Ekrem Hayyam Dag, Matias Emilio Delgado, Fabian Ernst, Ricardo Quaresma - Nihat Kahveci og Da Silva Bobo