Hóskvøldið spælir B36 ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas í Europa League. Venjari hjá Besiktas er Şenol Güneş, og afturat sær sum ein av hjálparvenjarunum hevur hann ein kendan spanskan fyrrverandi fótbóltsspælara.
Les eisini: Besiktas ongar áskoðarar við til Føroya
Tað er nevniliga fyrrverandi Real Madrid-miðvallarin, Guti, sum fyri stuttum varð settur sum hjálparvenjari hjá Besiktas. Hann kunngjørdi tíðindini 4. juli, og at hann skuldi byrja í starvinum fáar dagar seinni.
Guti varð annars nevndur sum ein av møguligu avloysarunum hjá Zinedine Zidane sum høvuðsvenjari hjá Real Madrid, men løtan var ikki tann rætta fyri tann nú 41 ára gamla Guti.
- Eg fari til Besiktas sum hjálparvenjari fyri at menna meg í mínum yrki. Eg eri takksamur fyri kærleikan og trúnna, ið Besiktas gevur mær, og eg vil løna teimum tað aftur við arbeiðssemi og eldhugi, skrivaði Guti á sín instagram-vanga.
Guti spældi útvið 400 dystir fyri besta liðið hjá Real Madrid áðrenn hann síðsta hálvaannað árið av yrkisleiðini sum spælari spældi við júst Besiktas. Har bleiv tað til sjey mál í 23 dystum.
B36 og Besiktas spæla á Ovara Vølli í Gundadali hóskvøldið kl.19.00.









