Tað skuldi tó ikki ganga long tíð, so var landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum á øllum breddum, eftir ein tíðindafund, har hann helt hov saman við fjølmiðlunum, og greiddi vítt og breitt frá eini nøgdsemiskanning, sum vísti, at føroyingar vóru heilt væl nøgdir við sítt heilsuverk. Hans Pauli Strøm royndi sjálvsagt at transformera hesa gleðina yvir á seg sjálvan og Javnaðarflokkin. Tað eydnaðist haðartil onnur fóru undir at nærlesa kanningina, og sum nú meira ella minni staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur manipulerað í almenna rúminum við kanningini. Sjálvandi, fyri at flokkur hansara skal fáa politiskan vinning burturúr, ein góðan mánaða fyri løgtingsvalið.
Stutt eftir hetta ynskir løgmaður at hitta løgtingsins uttanlandsnevnd. Trýstur av amerikanskum myndugleikum og ditto hervaldi, ígjøgnum donsku sentralmaktina sjálvandi, ynskir hann at fáa nevndina, at blástempla amerikanskan flutning til og frá m.a. Iraq - í føroyskum loftrúmi. Einasti sum mótmælti var Hergeir Nielsen. Ímeðan John Johannessen og aðrir apologetar hjá amerikanskum og donskum valdi í Føroyum stuðlaðu hesi aktini. Hini aðru síðani valið varð útskrivað.
Ímeðan tær báðar undanfarnu aktirnar vóru politiskar, fyri ikki at siga partapolitiskar, so snúði triðja aktin seg um nakað so basalt sum føroyska málið. Móðurmálið. Almennan málpolitikk. Uppskotið smíðað samsvarandi einum løgtingsuppskoti, sum í síni tíð var samtykt samfelt. Oddviti málstevnunevndarinnar, hin í mentanarstarvi durkdrivni Árni Dahl, var komin allan tann langa vegin úr Hattarvík, fyri at handa Jógvani á Lakjuni álitið, sum var tilevnað samsvarandi arbeiðssetningi Mentamálaráðsins, og hartil hevði nevndin verið so sjáldsama virkin, at hon sum ein av teimum fáu, varð liðug við sítt avrik á tí evsta marki, landsstýrismaðurin hevði sett teimum. Lýst varð til tíðindafund í Mentamálaráðnum týsdagin 18. desember kl. 14. Vit, limir í mentanarnevnd løgtingsins, fingu serliga skrivliga innbjóðing til tíðindafundin. Stutt fyri døgverða komu tó kontraordrar í SMS-boðum yvir fartelefonina, um at fundurin og haldið vóru avlýst. Kommandoordrar vóru komnir uttast av Tinganesi, løgmaður hevði intervenerað, og hevur helst hildið álitið verið somikið kontroversielt, at ongin mátti fáa nakað at vita um hetta. Móðurmálið var nú vorðið meira hættisligt fyri eina starvsheimastýrisstjórn enn tað, at sita úti í Almanna- og Heilsumálaráðnum og reka partapolitikk, javnaðarpolitikk, við sjúkrahúskanning frá serfrøðingum sum grundarlagi, og at renna ørindir fyri stórveldið vestanfyri og donsku hjálandaveldismyndugleikarnar í hernaðar- og krígsmálum.
Kanska vildi løgmaður bara seta eitt stik niður, áðrenn allir hansara teknar fóru at glíða í koblingini. Nú skuldi konsekvensur aftur vera galdandi sambært siðvenju hjá eini starvsstjórn. Helst hevur Árni, nú hann var í metropolinum allíkavæl, handað Jógvani álitið í onkrum skýmaskoti, úti undir væðingini í Mentamálaráðnum, tí seinri sama dagin var rapportin til skjals á heimasíðu ráðsins. Nú mundi fara at vera friður, hugsaðu tey flestu. Men pílar í skot um ikki løgmaður aftur skifti kós dagin eftir. Demokratia skuldi halda tíðindafund, har eitt álit skuldi handast Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum. Fundurin varð fluttur úr Vektarbúðini niðan í fyrrverandi sosialdemokratisku høvuðsborgina, Miðlahúsið í Vágsbotni. Eitt av høvuðsvalevnum Javnaðarfloksins, Eyðgunn Samuelsen, helt hov saman við fjølmiðlunum. Bjarni Djurholm var hjástaddur, og fekk álitið handað. Báðar loftrásirnar gjørdu nógv burturúr tíðindafundinum í tíðindasendingunum á miðdegi og áhaldandi fram eftir degi. Dimma endurgav løgmann fyri at hava sagt, at tað var í fínasta lagi, at Djurholm var á fundinum, og tók ímóti áliti frá einum av toppkandidatum Javnaðarfloksins til løgtingsvalið 19. januar.
Samsvarandi hesum er niðurstøðan, at alt koyrir bara upp á besta beskubb og at ongin konsekvensur er í nøkrum, sum Eidesgaard tekst við í sínum politiska oddasessi. Útinnandi landsins evsti. Og í hesum sambandi kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvør munur er á Málstevnunevndini og Demokratia, í mun til starvstjórnarsiðvenjuna um fullkomið afturhald í tíðini, eftir at val er útskrivað? Árni Dahl er mær vitandi ikki valevni fyri nakran flokk, tí átti tað at verið meira legalt og legitimt, at hann slapp at halda sín tíðindafund, heldur enn Eyðgunn Samuelsen, sum er aktivur politikkari, eitt av høvuðsvalevnunum og starvsnevndarlimur í Javnaðarflokkinum. Skal tó bera yvir við, at løgmaður ikki vildi bróta paktina við Djurholm, hesin er ás hansara inn í Fólkaflokkin og harvið valdið, tað snýr seg jú um, at báðir yvirliva, og tá kann ein ávís kynisma helst góðtakast í flokkunum teir umboða.
Týskararnir settu í verk eina lóg um berufsverbot í 1972. Varð ivi sáddur um loyalitetin hjá einum fólki mótvegis samveldisstatinum, var viðkomandi forðaður í starvssetan hjá almenna myndugleikanum. Greiður farvegur av hesum sæst nú aftur í Føroyum. Eftir at Eidesgaard-regime hevur slitið bonaðu dúrkini í 4 ár. Spurningarnir eru tí tvinnir: Heldur løgmaður apartapolitiskar mál- og mentanarspurningar ongan týðning hava fyri tjóðina og fólkið, ella skal atburðurin hjá Eidesgaard skiljast sum eitt berufsverbot andvegis Árna Dahl og Co., sum hava gjørt eitt megnararbeiði. Hvussu er Árni komin undir illgrunasemi, eftir at hann varð settur formaður í fjør, og hvat er og verður hann illtonkur fyri? Ella var trupulleikin bara hann, at álitið um almennan málpoltikk var tilevnað samsvarandi einum uppskoti frá Tjóðveldinum? Og at hugmóð løgmans ikki toldi luktin úr tí bakarínum, sum formaðurin í tingbólki hansara plagar at orða seg?
Paradoksali tragikomikkurin gjørdist nú fullkomin, táið Jóannes Eidesgaard pyntaði seg við lántum fjarðum frá Málstevnunevndini í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld. Helst trýstur av umrøðuni, sum álitið hjá Árna og feløgum hansara nú fær í øllum grannalondum okkara, serliga hugskotið um at lógáseta føroyska málið sum tjóðarmál í landinum, og at móðurmálið, sum hitt einasta, skal nýtast í almennum málum, eisini teimum sum framvegis ikki eru komin undir føroyskt málsræði. Kanska var hetta orsøkin, sum fekk løgmann at bólta rút í júst hesum málinum. At hann legði leinkjur á Lakjumannin. Tað ræður um at forða rákinum mótvegis gomlum sosialdemokratiskum arvasilvuri, sum er danskt vald í Føroyum og ein møletin donsk Heimastýrislóg.
Sum ein málbar seg fyri 4 árum síðani: Her má vend koma í !
www.dimma.fo/Bloggan/torbjorn.jacobsen