Fyrrverandi írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, kunngjørdi í gjár, at hann hevur gjørt av at gevast sum politikari. Hann hevur verið tinglimur í samfull 33 ár, og í 11 ár hevur hann verið forsætisráðharri.
Bertie Ahern boðaði frá avgerð síni á einum fundi í flokkinum Fianna Fail. Har greiddi hann frá, at til næsta tjóðartingsval verður hann ikki valevni í valdøminum Dublin Central, sum hann hevur umboðað.
-Tíðin er komin, til at eg leggi frá mær og lati onnur stilla upp, segði Bertie Ahern, sum var forsætisráðharri frá juni í 1997 til mai í 2008.