Bert tvey línuskip undir Føroyum

Trý línuskip eru farin til Íslands og øll línuskipini, sum hava verið á Flemish Kap, eru nú á veg heim.

- Trý línuskip eru nýliga byrjaði túr í íslendskum sjógvi og koma neyvan heim at landa í næstu viku. Bara tvey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og væntandi kemur annað av hesum inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip fara aftur til fiskiskap í næstum. Hesi fara antin í íslendskan ella føroyskan sjógv at royna.

 

- Línuskipini, sum hava fiskað á Flemish Kap síðan fyrst í hesum árinum, sigla øll heim nú, tí kvotan har yviri er uppfiskað.

 

In.fo kann leggja aftrat, at heimferðin av Flemish Kap væntandi tekur millum átta og tíggju samdøgur - alt eftir, hvussu veðurlíkindini hátta sær á leiðini heimeftir.

 

- Streymurin er harður, men batnar út á vikuna sum kemur. Veðrið verður væntandi gott, og tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.