Mánadagin ætlar fíggjarnevndin at leggja áliti fram um fíggjarlógina fyri 2017.
Uppskotið hevur fingið 1.viðgerð í tinginum og haðani var tað beint í fíggjarnevndina, sum eisini er vanligt. Fíggjarlógin skal samtykkjast at Løgtinginum í seinasta lagi 31.desember.
Síðani uppskotið kom í fíggjarnevndina hevur tað kortini ikki gingið serliga væl við arbeiðnum. Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini siga, at tey als ikki hava verið við til nakra veruliga viðgerð. Tey siga, at samgongulimirnir hava havt fleiri fundir við landsstýrisfólk, har andstøðulimirnir ikki hava verið við. Tí siga tey seg ikki kunna vera við til at skriva álit til Løgtingið.
Forkvinnan í fíggjarnevndin, Ruth Vang, Framsókn, sigur, at ætlanin er at leggja álitið fram mánadagin. Hon váttar eisini, at samstarvið í fíggjarnevndini ikki hevur gingið væl.
Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini siga, at eftirsum tey ikki hava luttikið í viðgerðini, so kunnu tey heldur ikki skriva nakað álit um uppskotið.
Í staðin fyri ætla tey at skriva sítt egna álit, har tey ætla at boða frá broytingunum í mannagongdunum í samband við viðgerðini av fíggjarlógini og undrast yvir broytingarnar og hvørjar ávirkanir tað fer at fáa á fólkaræði.