Í sínum sokallaðu talupunktum gjørdi løgmaður greitt á fundinum, at partarnir so at siga ongan veg eru komnir við samráðingunum enn. Løgmaður tekur samanum samráðingarnar og staðfestir, at eftir tríggjar samráðingarfundir eru partarnir bert samdir um prinsippini um eitt gjaldoyrasamstarv millum Føroyar og Danmark.
Á øllum øðrum økjum hevur stjórnin víst aftur føroysku ynskjunum, vísir løgmaður á. Hann staðfestir, at partarnir eru ósamdir um búskaparligu skiftistíðina, um umsitingarliga samstarvið og um ríkisborgararættin og rættindini hjá hvørjum øðrum.
- Eftir samráðingar í sjey mánaðir liggur ikki eitt einasta pappír á borðinum, sum hevur nakran týdning. Og stjórnin noktar at skriva undir nakað í felag, fyrr enn partarnir eru samdir um alt.
- Vit kunnu sostatt staðfesta, at danska stjórnin hevur vrakað uppskotið hjá landsstýrinum um, at Danmark og Føroyar gera ein fólkarættarligan felagsskap, segði løgmaður.
Partarnir vóru ikki heilt samdir um dagsskránna fyri hendan fundin. Teir vóru samdir um, at nú skuldi status gerast, men so var heldur ikki semja um meira. Sum punkt nummar tvey á dagsskránni, hevur landsstýrið sett eitt punkt, sum snýr seg um tey yvirornaðu prinsippini fyri samráðingunum. Í hesum punktinum kemur landsstýrið inn á kjakið seinastu dagarnar um fólkarætt mótvegis ríkisrætti.
Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at forsætisráðharrin áður hevur sagt, at tað er føroyska fólkið, sum skal avgera framtíðina hjá Føroyum. At talan er um eitt val, sum í veruleikanum bara kann og skal avgerðast í Føroyum.
- Hetta hevur landsstýrið skilt sum eini greið boð um, at danska stjórnin og landsstýrið standa á felags grundarlagi: Nevniliga, at føroyska fólkið er ein tjóð í fólkarættarligum høpi, og at hon sostatt eisini er eitt fólkarættarligt subjekt við sjálvsavgerðarrætti, stendur í talipunktunum hjá løgmanni.
- Í samráðingunum er ivi kortini sáddur um, hvørt stjórnin yvirhøvur viðurkennir føroysku tjóðina og hennara ófrávíkiliga, fólkarætarliga sjálvsavgerðarrætt. Forsætisráðharrin hevur sagt, at Danmark ikki góðtekur Føroyar sum eitt sjálvstøðugt fólkarættarlig subjekt, og á annan hátt hevur stjórnin eisini givið til kennar, at hon ikki virðir hendan rættin.
- Stjórnin hevur víst aftur føroyska ynskinum um ein óheftan triðja part.
- Hon hevur boðað ST frá, at Føroyar hava eingi rættindi til at upptraðka á fólkarættarliga økinum uttan loyvi frá stjórnini.
- Hon hevur sýtt løgmanni at hitta NATO-aðalskrivaran.
- Hon hevur sýtt at fyljga áheitanini frá landsstýrinum og løgtinginum um, at føroyskt er tjóðarmálið í Føroyum.
- Fyritreytin fyri øllum hesum er, at føroyska tjóðin ikki er eitt fólkarættarligt subjekt, og tí ikki ein tjóð í fólkarættarligum høpi. Og hetta er ikki rætt. Føroyska fólki uppfyllir allar fólkarættarligar treytir fyri at vera ein tjóð, skrivar løgmaður í talupunktunum.
Tá ið løgmaður hevði gjørt vart við hetta, og samstundis staðfest, at stjórnin ikki vil samráðast út frá tí grundarlagi, sum landsstýrið vil samráðast út frá, fóru partarnir hvør til sín.
Partarnir sita framvegis og umhugsa støðuna, og enn er ógreitt, um føroyingar koma við einum nýggjum útspæli ella um danska stjórnin fer at eftirlíka ófrávíkiliga føroyska kravinum um, at Føroyar verða viðurkendar sum ein tjóð.