Bert idiotar interviewa Breivik

Journalistar, sum ætla sær at interviewa Anders Behring Breivik, eru idiotar.

Tað heldur Per Edgar Kokkvold, sum er aðalskrivari í norska fjølmiðlafelagnum.

Í løtuni kann Anders Behrin Breivik einki samband hava við umheimin, men advokaturin hjá honum sigur, at nógvir norskir og útlendskir miðlar hava biðið um at fáa samrøðu við drápsmannin, tá ið tað letur seg gera.

- Tú mást verða idiot ella moralskt blindur fyri ikki at síggja, at tað fer at tyngja tey avvarðandi sera nógv, um Breivik verður interviewaður áðrenn rættarmálið ímóti honum. Í hesum føri mugu atlit til tey avvarðandi viga meira enn ábyrgdina at upplýsa, sigur Kokkvold við Journalisten.no