Tað eru bara fýra partrolarapør til fiskiskap í dag, men fleiri fara at loysa, tá veðrið batnar. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur einki serligur í løtuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, og teir bíða eisini eftir betri veðri. Sama er við teimum smáu trolbátunum, sum eisini liggja við bryggju.
- Trý garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma øll skipini inn at landa seinast í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er smáligur í løtuni, verður lagt aftrat.