Bert ein skemtari kann bjarga Italia

Nobel-heiðurslønti høvundin Dario Fo heldur, at skemtarin Beppe Grillo, sum vann parlamentsvalið í Italia í farnu viku, kann bjarga landinum.

Flokkurin hjá Beppo Grillo gekk 8,7 milliónir atkvøður á valinum í Italia og er nú millum størstu flokkar í Italia. Nógv hevur verið gjørt burtur úr, at ein skemtari kann savna so nógvar atkvøður í sínum uppreistri ímóti etableraðu flokkunum.

Men meðan mong hava hug at rysta við høvdinum at støðuni, heldur høvundin og leikstjórin Dario Fo, sum hevur skrivað nógvar kendar sjónleikir og vann Nobel-heiðurslønina í bókmentum í 1997, at Grillo kann hjálpa italska samfelagnum.

Dario Fo stuðlaði Grillo í valstríðnum, og Grillo svaraði við at mæla til, at 86 ára gamli Dario Fo verður forseti í Italia.

- Grillo er sum ein persónur úr mínum sjónleikum. Hann er av sama skúla sum teir persónar, sum í miðøldini brúktu tað paradoksala og absurda, sigur Dario Fo við The Guradian.

- Grillo veit, hvussu tú kanst spæla tær við orð, ironi og sarkamsu, og hvussu tú kanst venda alt á høvdið og finna røttu orðii til rætta høvi, heldur Dario Fo.

Og sambært honum er tað júst tað, sum Italia, ið hevur brúk fyri í hesum døgum.