Bert ein bót pr ólógliga parkering

Eystari Landsrættur hevur í morgun sagt dóm í einari rættiliga prinsipiellari sak um ein bileigara og parkeringsbøtur hennara. Bileigarin hevði fingið fleiri parkeringsbøtur, meðan bilurin stóð parkeraður sama stað.

Málið endaði í rættinum, tí bileigarin ikki helt tað vera rímiligt, at hon skuldi gjalda tvær parkeringsbøtur fyri sama lógarbrot. Og málið endaði altso í Eystara Landsrætti, sum gav kvinnuni rætt.

Tað var Center for Parkering hjá Keypmannahavnar kommunu, sum gav kvinnuni tvær parkeringsbøtur, tí bilur hennara stóð parkeraður á einari gongubreyt í 24 tímar. Sambært reglugerðini hjá kommununi kunnu parkeringsvørðar geva upp í fýra bøtur fyri sama parkeringsbrot. Men rætturin kolldømdi hesar reglur.

»At geva bøtur aftrat upprunaligu bótini í einari støðu sum hesari, har tala er um framhaldandi parkering krevur, at greið heimild finst sambært prinsippinum í revsilógini, § 1, nummar sjey stykki 1 í Europeisku Mannarættindarlógini.

§ 121 í ferðslulógini sæst ikki at rúma slíkari heimild, og heldur ikki finst nøkur heimild at lata upp í hendurnar hjá avvarðandi myndugleikum at áseta reglugerð fyri, at fleiri bøtur kunnu skrivast fyri sama parkeringsbrot«, sigur Eystari Landsrættur í dóminum.

Hetta merkir, at tað bert er loyvt at skriva eina bót fyri eitt og sama parkeringsbrot. Og tað merkir eisini, at hevur ein bilførari fingið eina bót fyri at standa ólógliga parkeraður, er ikki loyvt parkeringsvørði at skriva út eina ella fleiri parkeringsbøtur aftrat uttan mun til, hvussu leingi bilurin stendur parkeraður, skrivar bt.dk.