Bermuda fegið um føroyskan stuðul

Oyggjaleikirnir á Bermuda í summar eru ein stór avbjóðing fyri limalondini í Oyggjaleikafelagsskapinum. Tað er dýrt at ferðast til Bermuda, og gistingin er eisini dýr. Tí hava fleiri oyggja minkað munandi um sína luttøku á Oyggjaleikunum í summar, og tað er upp á tal, at onkur oyggj als ikki verður við.

 

Føroyar senda tó eitt stórt ítróttarlið avstað til Oyggjaleikirnar í summar. Umleið hundrað ítróttarfólk verða við á Bermunda, og tað er á leið tað sama, sum tað var seinast.

 

- Føroyar hava bjóðað seg til at fyriskipa leikunum í 2019, og tí hava ÍSF og landsins myndugleikar mett tað hava stóran týdning, at vit vísa áhuga komandi leikirnar – eisini tá leikirnir eru á fjarskotnum støðum sum Bermuda, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Ítróttarsambandi Føroya.

Føroysku ítróttafólkini fara at kappast í badminton, beach volley, borðtennis, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítróttí, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon.

 

- Føroyar tóku í síni tíð undir við, at Bermuda fekk limaskap í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum, og tí hevur ÍSF mett tað sum rætt, at Bermuda eisini fær møguleikan at fyriskipa leikunum.

 

- Føroyski hópurin, sum er á leið eins stórur sum vanligt, er tann triðstørsti á leikunum, og hava fyrireikararnir á Bermuda fleiri ferðir takka Føroyum fyri samhaldsfesti, sum Føroyar hava víst teimum við stóru føroysku luttøkuni, sigur Petur Elias Petersen.

 

At Føroyar kunnu vera so væl umboðaðar kemst av, at landið gav ein serligan stuðul til luttøkuna á júst hesum leikunum, og at Atlantic Airways vísti stóra vælvild við at samskipa flogferðina til Bermuda og heim aftur.