Berlusconi við stórari spariætlan

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevur boðað stjórnini til kreppufundar í kvøld klokkan seks at taka støðu til eitt uppskot um, at tað almenna skal spara 45 milliardir evrur ella 335 milliardir krónur tey bæði næstu árini.

Hetta er væl meiri enn fyrr fráboðað. Í gjár segði fíggjarmálaráðharrin, Giulio Tremonti, at tað almenna skuldi spara 20 milliardir evrur ella 150 milliardir krónur fíggjarárini 2012 og 2013. Men á einum fundi í dag hevur Berlusconi sagt, at talan er um at spara 20 milliardir í 2012 og 25 milliardir í 2013.

Málið hjá italsku stjórnini er at fáa javnvág í fíggjarlógina í 2013, skrivar Reuters úr Rom.