Berlusconi á veg frá

Í Italia vilja tveir viðurkendir tíðindamenn vera við, at Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, fer frá sum stutta tíð. Sambært øðrum tíðindamanninum, Giuliano Ferrara, er tað bara ein spurningur um tímar, til forsætisráðharrin leggur frá sær.

Gitingarnar, um at Berlusconi stendur fyri falli, høvdu í dag jaliga ávirkan á virðisbrævamarknaðin í Rom, og eygleiðarar siga, at rentan, sum Italia rindar fyri lán úr útheiminum, kann lækka eitt prosent, um Berlusconi fer frá. Italia rindar sum er 6,53 prosent í rentu fyri 10 ára lán, og tað er 4,7 prosentstig meiri, enn Týskland rindar fyri tilsvarandi lán, siga eygleiðararnir í Rom.

Í morgin skal onnur deildin í italska tjóðartinginum taka støðu til fíggjarlógina, og fleiri av floksfeløgunum hjá Silvio Berlsuconi hava boðað frá, at teir ætla sær at atkvøða ímóti stjórnaruppskotinum. Politiskir eygleiðarar siga, at atkvøðugreiðslan kann enda sum ein spurningur um álit ella misálit á Berlusconi.