Í dag varð fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri skattasvik. Men nakrar fáar tímar seinni bleiv revsingin stytt til eitt árs fongsul.
Sambært myndugleikunum er hetta gjørt við heimild í einari lóg frá 2006, sum bleiv gjørd, tí at fongslini í Italia eru yvirfylt.
Berlusconi er settur í samband við nógv lógarbrot, men hetta er fyrstu ferð, at hann er dømdur. Í hinum førunum er hann sloppin undan dómi, tí at málini hava verið fyrnað, ella er hann fríkendur. Sjálvur segði Berlusconi í dag, at dómurin í rættinum í Milano í dag er úrslit av politiskari forfylging frá andstøðuni.