Berit og Bartal nú í Sverrisgøtu

Tey byrjaðu við at leiga út kappsúkklur. Árið eftir komu fjallasúkklur og el-súkklur, og nú selja tey eisini súkklur til alla familjuna og serstøk útiklæði.

 

 

 

Hin 1. mai í ár verða tvey ár, síðan hjúnini, Berit Unn Petersen og Bartal í Gongini, stovnaðu fyritøkuna - Rent a Bike - og byrjaðu at leiga út súkklur. Tey byrjaðu í smáum hølum, har tey eftir arbeiðstíð skiftust um at vera og taka ímóti viðskiftafólki.

- Vit byrjaðu við 19 kappsúkklum. Hetta var beint upp undir summarvertíðina í 2018, og vit sóu skjótt, at her var ein eftirspurningur, tí tað vóru útlendsk ferðafólk, sum burtur av komu til Føroya at súkkla.

Hjúnini vísa á, at Føroyar hava nógvar brekkur, og tað er júst brekkurnar og vindin, útlendsku ferðafólkini leita eftir. - Sum tíðin leið, og eftirspurningurin vaks, fingu vit eisini fleiri súkklur, og longu summarið eftir byrjanina - summarið 2019 - høvdu vit 40 súkklur, harav 10 el-súkklur og fleiri fjallasúkklur.

Berit Unn Petersen og Bartal í Gongini siga, at tað vóru fleiri, sum spurdu eftir el-súkklum og fjallasúkklum, og tískil gjørdust hesar eisini ein partur av konseptinum.

- Umleið 90 prosent av teimum, sum leiga súkklur frá okkum, hava verið útlendsk ferðafólk.

Nú eru so aftur nýggjar tíðir hjá Rent a Bike, og tað fyrsta nýggja er, at sjálvt navnið er vaksið til "Rent a Bike & Outdoor", og í hesum liggur, at konseptið eisini er ment. Haraftrat er fyritøkan nú flutt í nýggj og betri høli í Sverrisgøtu 20 í Havn. Hjúnini hava sett hølini í hugnaligan stand, og her hava tey eisini sett síni fingramerki.

- Konseptið er ment til, at vit, umframt at leiga út súkklur og el-súkklur sum higartil, nú eisini selja súkklur til alla familjuna. Harumframt selja tey allan útbúnað og eykalutir til súkklur.

Hjúnini vísa á, at í nýggju hølunum í Sverrisgøtu er nú eisini súkkluverkstaður, har fyritøkan bæði veitir tænastur til fólk, sum keypa súkklur hjá fyritøkuni - og til onnur, sum koma á gátt við sínari gomlu súkklu.

Umframt lutir og eykalutir til súkklur, selur fyritøkan eisini taskur, dunkar og ymiskt annað.

- Vit hava súkklur til alla familjuna - smáar við ongum pedali til børn niður í einar 18 mánaðir, býarsúkklur, fjallasúkklur og el-súkklur, siga Berit Unn Petersen og Bartal í Gongini, sum leggja aftrat, at tey hava lagt seg eftir at hava haldbarar súkklur, sum kunnu keypast fyri ein sámuligan prís - alt eftir, hvat súkklumerkið er.

Nú fyritøkan er flutt inn í hjartað í Havnini, har Alvaró var áður, eru tey vorðin heildarveitarar av øllum, sum hevur við súkkling og klæði til súkkling og útilív at gera.

- Vit hava klæðir av merkinum Endura, sum eru løtt og tøtt súkkluklæði, sum tú kanst brúka til nógv ymisk endamál, og tey eru sum gjørd til føroyska veðurlagið. Klæðini eru 100 prosent vatn-og vindtøtt og eru bygd upp við fipurløgum, soleiðis at tú sveittar út úr plagginum, men plaggið loyvir ikki kuldanum inn, siga hjúnini, Berit Unn Petersen og Bartal í Gongini.

##med2##