Tað fungerar ikki meir enn triðbest í Premier League, men í Føroyum hava teir best fungerandi fjepparafelagið, og teir hava enntá yvirskot menniskjaliga og fíggjarliga til at lata eina stórfingna, vælgerandi gávu undan jólum á hvørjum ári.
Hesaferð hevur Liverpool Føroyar latið Beranum ein kekk uppá 14.000 krónur. Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Sjálvhjálparbólkarnir skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina foreldrið/systkini tey hava mist. Á tann hátt hava tey størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.
John Dam, næstformaður í Liverpool Føroyum sum hevur skipað innsavnanina, handaði Jóngerð Poulsen og Oddvør Poulsen frá Beranum kekkin áljóðandi 14.000,- kr. Tær báðar, sum síggjast á myndini saman við John Dam, fegnaðust stórliga um gávuna.
Liverpool Føroyar skipaði fyri uppboðssølu av tveimum serligum troyggjum, sum tey hava fingið frá Liverpool legendunum, Steven Gerrard og Daniel Agger, har hesir persónliga hava sett sína undirskrift á hesar troyggjirnar.
Komandi ár fer Liverpool aftur at lata eina stórfingna, vælgerandi gávu. Um eitt ár fæst at vita hvør fær tann fløvan.
Ítróttarredaksjónin í Miðlahúsinum ynskir Beranum tillukku við stórfingnu gávuni, og heiðrar Liverpool Føroyar fyri stórfingna átakið.
(Mynd: liverpool.fo)