-Berið ikki ótta fyri oljuvinnuni


-Skal eg geva føroyingum góð ráð í sambandi við komandi oljuvinnuna, so vil tað vera at taka hana sum eina positiva avbjóðing. Berið ikki ótta fyri hesi vinnu men brúkið hana heldur til nakað gott. Vilja tit tað kunnu tit fáa ein sunnan og skilagóðan útvikling sigur Gordon McIntosh, stjóri fyri búskaparligari menning hjá býráðnum í Aberdeen

 


Olja og ávirkan


Hann umsitur í dag eitt tað týdningarmesta starvið hjá býarmyndugleikunum í Aberdeen. Hann stendur á odda fyri búskaparligu menningini í tí býi, sum oftani verður nevndur hin europeiski oljuhøvuðsstaðurin. Talan er um Gordon McIntosh, sum eisini hevur arbeitt í oljuvinnuni í mong ár. Hann metir seg tí kunna vera ein góðan eygleiðara og ráðgeva, nú føroyingar skulu til at seta hol á ein oljuútvikling, sum Aberdeen hevur verið ígjøgnum í 25 ár.


Gordon McIntosh hevur júst vitjað í Føroyum saman við umboðum fyri fleiri fyritøkur í Aberdeen. Vitjanin er liður í tí samstarvi, sum borgarstjórarnir í Tórshavn og Aberdeen løgdu lunnar undir fyri tveimum árum síðani á oljuráðstevnuni í Aberdeen. Tá var eitt skjal undirdskrivað, sum sigur, at býirnir báðir og vinnurnar í báðum býum skulu knýta tættari samstarv. Her er so bæði talan um oljuvinnu, mentan, samferðslu oa.


Gordon McIntosh sær stórar møguleikar fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Bretland, nú ein heilt nýggjur oljulandslutur er við at taka seg upp á havleiðunum millum londini. Hann heldur tað eisini vera heilt náttúrligt, at føroyingar vilja samstarva við eitt nú fyritøkur í Aberdeen og Skotland annars, tí vit eru næstu grannar. Hann dylur heldur ikki fyri, at oljuídnaðurin í Skotlandi sær stórar møguleikar við at knýta tættari samstarv við føroyingar og leggur stóran dent á, at talan verður um samstarv og ikki um at teirra fyritøkur skulu einsamallar fara inn at veita tænastur og vørur. ?Vit kenna lógirnar og krøvini um føroyska luttøku í oljumenningini uttanat og hava lagt okkum hesi sera væl í geyma. Vitjanir sum henda og tær sum fara at koma í kjalarvørrinum á boringini vilja tí allar hava fyri eygað at knýta sambond við føroyskar fyritøkur og myndugleikar.


Við á ferðini hesaferð hava eisini verið umboð fyri Robert Gordon University, sum hava eitt ynski um at fáa føroyingar til Aberdeen á skeið ol. Nøkur av skotsku feløgunum hyggja eisini longur frameftir og eru við at fyrireika seg til tað, sum fer at henda um eini 3-4 ár, tá farast kann undir møguliga framleiðslu. Gordon McIntosh sigur annars, at ein tann mest týðandi fortreytin fyri samvinnuni er rutan hjá Atlantsflog til Aberdeen. Hana heldur hann vera sjálvan grundarsteinin undir tí komandi samstarvinum. Annars fara teir at gera nógv burtur úr Føroyum á komandi oljuráðstevnuni í Aberdeen í september. Tá verður m.a. ein serstakur føroyskur dagur á básinum hjá býráðnum í Aberdeen. Í býráðnum í Aberdeen raðfesta tey samvinnuna við Føroyar so mikið nógv, at tey hava sett Føroyabólk við 7 fólkum, sum bara arbeiða við føroyskum málum. Gordon McIntosh vísir annars á, at bæði býráðini vilja umhugsa møguleikan fyri at seta á stovn ein grunn, sum skal hava til endamál at eggja ungdómi at vitja hjá hvørjum til eitthvørt tiltak.


Berið ikki ótta

Gordon McIntosh, sum hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, fær oftani spurningin: hvørjar avleiðingar oljuvinnan hevur havt fyri Aberdeen! Hann sigur, at hon hevur havt sera positiva ávirkan og hevur hann tey ráð at geva føroyingum ikki at bera ótta fyri hesi vinnu. ?Tit hava einki at vera bangin fyri, tí henda vinnan og tey fólkini har virka, kunnu tvørturímóti verða mennandi fyri tykkum og ikki minst tykkara mentan. Oljufólk eru oftani væl útbúgvin og motiverað fólk, sum hava stóran áhuga fyri nettupp mentan og eru góð við mentanina. Vit í Aberdeen vóru í so bangin fyri oljuvinnuni, tá hon tók seg upp her fyri 25 árum síðani. Tí míni ráð til føroyingar: takið væl ímóti hesi avbjóðing og verið opnir fyri henni. Tað kann í síðsta enda bara gagna tykkum sigur Gordon McIntosh, sum vísir á, at einki stendur í stað. Alt broytist og tað er at fáa tað skilabesta burtur úr broytingunum. Oljuvinnan er ein altjóða vinna eins og sigling og sjóvinna. Føroyingar eru vanir við at vera í sjóvinnuni og tá oljuvinna í so stóran mun fevnir um sjóvinnu skuldi tað verið heilt náttúrligt fyri føroyingar at kunna troytt hana til egið gagn. Tá talan er um fiskivinnuna og aðrar vinnur í Skotlandi, so metir Gordon McIntosh, at oljuvinnan hevur havt positivar avleiðingar. Hon hevur verið við til at gera vinnuna sum heild meira fjølbroytta. Og hetta kann eisini henda í Føroyum, um føroyingar ynskja tað.


Gordon McIntosh ivast annars ikki í, at oljuvinnan fer eisini at hava aðrar positivar avleiðingar fyri Føroyar. Hon fer at økja um talið á ferðafólki, sum fer at leita sær til Føroya úr øllum Stórabretlandi.


Tað er Aberdeen City Council, sum hevur skipað fyri hesi ferðini og hevur tað fingið hjálp frá Oljuvinnufelagnum og oljufelagnum Agip. Týsdagin var annars fundur í Havn, har umboð fyri Oljumálastýrið, einstøk oljufeløg, TK-stovuna og virkisráðgevingina hjá Agip greiddu útlendsku gestunum frá gongdini og hvat liggur fyri framman.