Bergur verður prestur í Ísrael

Bergur Debes Joensen skal í summar avloysa sum prestur í Immanuelskirkjuni í Jaffa Trúboðin skrivar, at Bergur Debes Joensen og konan Asta skulu avloysa prestahjúninini Jan og Vicku Mortensen í Imannuelskirkjuni í Jaffa, sum liggur nærindis Tel Aviv. Hetta verður frá 20. juni og umleið ein mánað fram.

Bergur Debes Joensen og familjan hava seinastu tíðna verið á ferð kring knøtin, og tey eru í løtuni stødd í Kina. Tann 10. Juni koma tey til Ísrael.

? Tað hevur altíð verið eitt stórt ynski hjá okkum at farið til Ísraels, og tá ið eg fekk henda møguleikan, so tók eg av, sigur Bergur Debes Joensen við Trúboðan.

Ísraelsmissiónin hevur verið virkin í Immanuelskirkjuni síðani 1997. Tá var ein samstarvsavtala gjørd millum ísraelsmissiónirnar í Norðurlondum, nevnd Joint Mission in Israel (JMI). Ísraelsmissiónin virkar á jøvnum føti við hinar Ísraelsmissiónirnar í Norðurlondum, og hevur ein lim í stýrinum fyri JMI. Ísraelsmissiónin stuðlar eisini arbeiðinum í Immanuelskirkjuni fíggjarliga.