Bergur prestur proklamerar succes fyri seg sjálvan í Dómkirkjuni á ólavsøku

Bergur Debes Joensen sigur seg ikki fara at leypa á nakran í ólavsøkuprædikuni. So far endliga ekkaleysur í kirkju á ólavsøku. Tú hevur jú prestsins orð fyri at koma snikkaleysur úr aftur kirkjuni.

Tað er lygn, tá prestur sigur ólavsøkugudstænastuna vera serstaka gudstænastu. Tí hann skal mæla tað, sum sannleikans andi í og við orðinum gevur honum at mæla, og vera trúgvur móti tí og ongum øðrum.
Annars er tað trongligt í røðini av prestum, sum eru bangnir fyri at fáa eitt sindur av sverti undir neglina á lítlafingri. Teir skulu jú skikka sær væl, bæði fyri fyri bispi, dómprósti ? og ikki minst yvir fyri mentamálastýrinum. Smørið á breyðið skal jú helst vera tjúkkari sum árini ganga.
Jesus, kirkjunnar Harri, sum altartalvan í Dómkirkjuni so rámandi symboliserar, er júst ikki kendur fyri ikki at lata seg sverta fyri øll forbrydilsir mannaættarinnar.