Bergur Midjord kanska brotið fótin

B36-spælarin Bergur Midjord, sum hevur verið á venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum í USA, hevur fingið ein løst í fótin, og møguliga er talan um brot í fótinum

Tað vóru bara gingnir 12 minuttir av venjingardystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti einum chilenskum liði, tá ið Bergur Midjord var ógvusliga takklaður av einum verjuspælara.
Bergur noyddist at fara av vøllinum orsaka av takklingin, og vandi er fyri, at Bergur hevur fingið eitt brot í fótin.
Skaðin er ikki endaliga staðfestir, men tað er greitt, at talan er um ein ordiliga stoyt í fótin, tí Bergur hevur verið rullaður runt í rullistóli í tveir dagar, og nú gongur hann á høkjum.

Nærri kannaður í Føroyum
Tá ið landsliðið kemur til landið hóskvøldið, skal fóturin hjá Bergi kannast nærri, og tá verður væntandi endaliga staðfest, um talan er um ein brákaðan fót ella um eitt brot í fótinum.
Bergur er ein av teimum ungu og nýggju spælarunum í landsliðshópinum. Avrikini hjá honum fyri B36  serliga í seinasta kappingarári  hava havt við sær, at hann er komin upp á tal til landsliðið.
Um Bergur hevur brotið fótin, verður talan um ein longri steðg frá fótbóltinum, meðan fóturin kemur fyri seg aftur.