Bergur liðugur fyri í ár

ÍF manglar ein av sínum útlendsku stuðulsspælarum, meðan tey í B36 ikki rokna við, at Bergur Midjord spælir aftur í ár

Botnliðið ÍF fær sunnudagin vitjan av B36, sum liggur á øðrum plássi. Á pappírinum er B36 greiður favorittur, men hetta leggja fuglfirðingar líka í.
 - Nú eru vit seks stig aftanfyri VB/Sumba, so vit mugu savna so nógv stig sum møguligt saman, um vit skulu gera okkum nakrar vónir um framhaldandi at hava sæti í Formuladeildini komandi kappingarár.
Hetta sigur venjarin hjá ÍF, Jón Simonsen.  Hann leggur afturat, at tað sjálvandi er ringt at fáa stig ímóti einum av oddaliðunum, men í tí støðu, sum ÍF er í, so er neyðugt at vinna hvønn dyst.
B36-venjarin, Sigfríður Clementsen, sigur, at B36 skal vinna allar sínar dystir, um teir skulu gera sær vónir um at fanga oddaliðið, EB/Streym.
 - Ja, vit fara inn fyri at vinna hvørja ferð, og um vit skulu gera okkum nakrar vónir um at fanga EB/Streym aftur, so mugu vit eisini vinna í Fuglafirði sunnudagin.
So áskoðararnir í Fuglafirði kunnu vænta ein góðan og spennandi dyst sunnudagin, har bæði liðini ætla sær øll trý stigini, og har bæði liðini eisini hava brúk fyri øllum trimum stigunum. ÍF fyri at sleppa úr botninum, og B36 fyri at fanga EB/Streym.
 
Bergur neyvar við aftur í ár
Hjá ÍF er tað stórur missur, at offensivi miðvallarleikarin, Nenad Saric ikki er við. Hann fekk reyða kortið í dystinum síðsta sunnudag í Klaksvík, og tí má hann sita uttanfyri. Venjarin hjá ÍF sigur eisini, at hetta er stórur smeitur fyri liðið.
 - Nenad hevur verið góður styrkur, síðani vit fingu hann í summarsteðginum, og tí er tað ein keðilig støða, at hann ikki er tøkur til dystin sunnudagin.
Hjá B36 er allir mans tøkir. Bergur Midjord er tó eitt undantak. Hann hevur ikki spælt í nakrar vikur, og Sigfríður Clementsen sigur, at í B36 vænta tey ikki, at Bergur verður tøkur aftur hetta kappingarárið.