Bergur førdi ikki pennin


 

Í blaðnum í gjár stóð skrivað, at tað var Bergur Wardum, ið hevði skrivað greinina um Victor Carlsen í Oyggjatíðindum. Hetta er komið skeivt fyri, tí tað var ikki Bergur, ið skrivað hevði greinina. Vit biðja um umbering fyri mistakið.

Greinin er nú fyri í rættinum, tí Victor Carlsen metir hana vera ærumeiðandi og vil tí hava greinina dømda deyða at vera.

Bergur Wardum vil eisini fegin hava greiði á sínum leikluti í rættinum. Hann sigur, at hann hevði játtað at stuðla Dan Klein í teimum formellu viðurskiftunum í sambandi við rættarmálið.

Orsøkin til at hann setti seg í vitnisstólin við revsiábyrgd var, at hann vildi hava dómaran at siga, at revsiváttanin hjá Dan Klein ikki fór at vera tikin við, tá dómarin skal gera úrskurð í málinum. Hetta fingu teir dómaran at ganga við til, at revsiváttanin hjá Dan ikki skal takast við í metingina. Orsøkin til at teir vildu hava hesa staðfesting frá dómaranum er, at Dan Klein hevur eina tyngjandi revsiváttan í slíkum málum, og tí kundi revsingin verið harðari, um hon varð tikin við.

Bergur Wardum vil vera við, at hesir dómar ikki liva upp til krøvini í mannarættindayvirlýsingini, og tí kundu teir ikki nýtast sum grundarlag í hesum málinum.