FLOKSTING
Í síni røðu á flokstinginum vísti Bergtóra Høgnadóttir eitt nú til ein fund, sum herfyri var í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
- Her varð sagt, at ov lítið samskifti er millum tingfólk, lokalpolitikarar og økisfelagið. Eg kann ímynda mær, at somu sjónarmið eisini eru aðrastaðni, legði hon aftrat.
Bergtóra segði seg fegnast um, at Annita á Fríðriksmørk er komin í nevndina í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og hon segði seg eisini fegnast um prátið, at flokkurin eigur at skipa seg betri.
- Vit eiga at kunna meiri um tingarbeiði, og ikki minst eiga vit at fáa kjakið og hugburðin hjá feløgunum inn í kjakið í løgtinginum. Tað hevði verið veldugt, um vit kundu kjakast, sparrast og fingið íblástur um viðurskifti, sum høvdu verið skilagóð at tikið fram.
Løgtingskvinnan helt, at tingið er eitt áhugavert forum, og nógv spennandi fer fram á tingi.
- Hinvegin kann løgtingið eisini gerast ein ostaklokka, har vit stundum fokusera meiri upp á, hvat tey í hinum flokkunum siga og meina – heldur enn at virka fyri tí, sum baklandið brennir fyri. Sjálv haldi eg ikki, at tað er so, men kortini síggi eg ein vanda. Tí eri eg avgjørt við upp á, at vit hittast og tosa um politikk floksins og um, hvat bylgist í barminum hjá fullveldisfólkum.
Nógvir glottar
Bergtóra Høgnadóttir segði seg síggja nógvar glottar.
- Unga Tjóðveldi er framvegis sera virkið. Vit hava eina góða og garvaða kjarnu, og haraftrat leggjast skilagóð ung fólk aftrat. Hetta er fantastiska stórt – og er einasta gongda leiðin. Eg havi viðhvørt sagt, at vit landspolitikarar kunnu spegla okkum í teimum ungu.
Løgtingskvinnan segði seg eisini fegnast um øll tey tiltøk, sum Unga Tjóðveldi skipar fyri.
- Tit skipa fyri hópin av tiltøkum og eru til dystin fús í ymiskum kjaki – og eisini tvørpolitiskt eru tit við upp á tað, segði Bergtóra Høgnadóttir á flokstingi hjá Tjóðveldi leygardagin.