Bergman farin

30. juli andaðist svenski filmsleikstjórin Ingmar Bergman 89 ára gamal. Men hansara søgur enda ikki her. Teimum er langt síðani tryggjað ævigt lív í stóra filmsverkinum, Bergman lat eftir seg


Bert fáar tímar eftir at svenski filmsleikstjórin, Ingmar Bergman, var farin morgunin 30. juli, undraði tað ein ummælara stórliga, at allar heimsins avísir ikki longu høvdu skrálað frá húsatekjunum “Bergman er deyður!”

Vónbrotin mátti hann staðfesta, at sjálvt Los Angeles Times, stóra avísin í filmshøvuðstaðnum, hevði valt at gera peningaliga avlopið frá “Simpsons Movie” til høvuðssøgu hendan dagin.

Soleiðis var tað altíð. Bergman upp ímóti filmum sum reint undirhald og pengamaskinur. Eisini í deyðanum.

Og tó.

Uttan iva minti deyði Bergmans nettup okkum øll á munin millum lættisopp og møguleikan at gerast klókari uppá okkum sjálvi, lívið – og deyðan. 



Tvíbýtta listasálin

Longu við filmunum hjá Bergman frá fyrst í fimtiárunum vóru tekin um, at ein av teimum stóru var á veg. Og við “Smultronstallet” frá 1957 náddi Bergman sítt fyrsta hæddarpunkt. Tað eru filmsserfrøðingar, sum enn tann dag í dag, meta søguna hjá Bergman um gamla læknan at teljast millum 10 teir bestu filmarnar í heiminum.

Í sjálvsævisøgu síni Laterna Magica minnist Bergman fimtiárini, sum tíðina, tá fasta Bergman-liðið varð til. Ein fastur hópur, sum skiftust um filmar, sjónleikir og kynssjúkur. Tey blivu gift og skild so tað stóð eftir, og ongin endi tóktist vera á longu summarnáttunum og listarligu skapanini, sjónleikir um veturin, filmar um summarið, sigur Thomas Bredsdorff í grein í Politiken.

Eftir hetta komu myrku sekstiárini hjá Bergman, har æviga skuldarkenslan hjá prestasoninum varð fest á film. Her eru søgurnar sum oftast staðstettar í einum afturlatnum rúmi, á eini oyggj, í eini kirkju ella í einum hotellkamari í einum fjarskotnum fíggjundaligum heimi. Í hesum klaustrofobisku rúmum síggja vit brot av familjum, avbyrgd frá umheiminum, meðan tey ganga hvørjum øðrum uppá nervarnar.

Hendan filmsrøðin kom í hæddina við filminum “Persona”, ið, sum undirheitið sigur, er ein ‘sonata fyri tvey’. Her brúkti Bergman líkheitina millum sjónleikakvinnurnar Liv Ullmann og Bibi Anderson til at granska sína egnu tvíbýttu listasál.

Í filminum, “Fanny og Alexander” frá 1981, sum Bergman sjálvur segði skuldi vera hansara síðsti, savnar hann allar tráðirnar. Her eru prestatankar og kátur erotikkur, ævintýr og realisma, humor og sjónleikur á høgum støði. 



Uppgerð

Fyri nógv stóð “Fanny og Alexander” sum ein virðiligur og lukkuligur endi á eini fyribils 40 ára yrkisleið. Fyri Bergman sjálvan vóru hesi árini tó nógv merkt at hansara beisku uppgerð við móðurlandið.

Tað var ongin loyna, at Bergman var munandi betri umtóktur uttanlands, enn í Svøríki. Hartil kom, at svensku skattamynduleikarnir í áravís høvdu ákært hann fyri skattasvik. Endin var, at politiið kom eftr honum ein dagin í 1976, beint sum hann var í ferð við at venja leikarar á Dramaten í Stockholm.

Uppgerðin við heimlandið endaði við, at Bergman fór í útlegd í Munchen. Ógvusligu hendingarnar førdu eisini til, at hann endaði á sinnisjúkrahúsi, har hann líka skrivaði eitt filmshandrit, nú hann allíkavæl hevði frið. Soleiðis var Bergman, sambært teimum, ið kendu hann. Uttan mun til, hvussu hart leikaði á rundan um hann, so arbeiddi hann altíð. Eisini til tað allarsíðsta, tá hann neyvan kundi standa ella ganga longur.

Tá ræður um æviga lívið, hevði Bergman skiftandi fatanir gjøgnum sína lívsævi. Onkuntíð helt hann, at tankin um æviga lívið var nakað tvætl. Aðrar tíðir var hann sannførdur um, at hann fór at koma afturíaftur og sameinast við sína elskaðu konu. Bert tí seinastu, mugu vit vóna fyri hann, tí annars verður nakað trongt, sum ummælarin Thomas Bredsdorff á Politiken tekur til. Bergmann var nevniliga giftur fimm ferðir.

Tann trupulleikan nýtast vit onnur ikki at taka okkum av, heldur Bredsdorff fram:

Vit vita, hvar Ingmar Bergman er tryggjaður ævigt lív: í livandi myndunum.


Kelda: Thomas Bredsdorff, “Den ensomme kollektivist”, Politiken, 31.07.07





“Boðini um deyða Bergmans koma í eini tíð, tá filmar verða virðismettir meir sum undirhald, enn sum list. Gævi tað vóru fleiri filmskaparar við hansara ambitiónsstøði”

(Nick James, ritstjóri á Sight and Sound) 



“Ingmar var ein persónur í mínum lívi, sum eg altíð kundi ringja til, tá hart leikaði á ella okkurt hendi, sum eg ikki kundi tosa við onnur um. At hann ikki er her longur letur eftir eitt stórt, tómt hol innaní mær”

(Bille August, filmsleikstjóri) 



“Eg bleiv sera keddur, tá eg hoyrdi, at Ingmar var farin. Hann var ein vinur og uttan iva besti filmsleikstjóri á míni ævi”

(Woody Allen, filmsleikstjóri)



“Eg eri errin av at siga, at Bergman fór við mær, júst á sama hátt sum við sínum børnum – hann var fullkomiliga líkaglaður”

(Lars von Trier, filmsleikstjóri) 




Sosialurin og Politiken í samstarv


Sosialurin og Miðlahúsið hava í eina tíð havt tætt samstarv við donsku miðlafyritøkuna Politikens Hus. Hetta samstarv verður nú eisini víðkað til at fevna um tilfar, myndir og tekningar í Politiken. Tekningina til dagsins grein um Ingmar Bergman hevur Anne-Marie Steen Pedersen gjørt.