Bergliot Ihlen tók prógv sum sjúkrasystir í 1969. Herumframt hevur hon eisini tikið prógv í Medicinskari Antropologi. Bergliot hevur starvast innan sjúkrahúsverkið í góð 30 ár.
Síðani 1977 hevur Bergliot Ihlen starvast sum varafyristøðukvinna og í fýra ár sum fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum. Harumframt hevur Bergliot Ihlen verið lærari á Sjúkrasystraskúlanum í fýra ár.
Tað síðsta árið hevur Bergliot Ihlen verið í starvi sum útbúgvingar- og menningarleiðari í Almanna- og Heilsumálastýrinum.










