Úrslitini hjá føroysku svimjarunum, sum tóku lut í Bergen Swim Festival um vikuskiftið, vóru stak góð. Serliga stóð Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, seg væl. Hann hevur av álvara gjørt um seg seinastu mánaðirnar. Aftur hesa ferð vóru hansara úrslit góð. Magnus Jákupsson vann trý gullmerki, eitt bronsuheiðursmerki, umframt at hann setti nýtt føroyskt juniormet.
Bjarnason var ikki við
Jón Bjarnason er venjari hjá Páli Joensen. Bjarnason noyddist at geva avboð hesaferð, og hann var ikki við á ferðini. Avtala var fingin í lag við Christian Tessner, sum er høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, at hann skuldi hava evstu ábyrgdina av Páli Joensen um vikuskiftið. Hinir sum tóku lut vóru Magnus Jákupsson, HS, Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim.
Tvær gull til Pál
Pál Joensen vann tvey gullheiðursmerki hesaferð. Hann var fremstur í 200 metra frí og 400 metra frí. Vágbingurin vann á 400 metrum framman fyri danska Anders Lie, sum var nummar tvey, og norska Gard Kvale, sum var nummar trý. Pál Joensen var umleið átta sekund framman fyri nærmasta kappingarneytan.
Pál Joensen royndi seg í 100 metra frí í gjár, men tað hilnaðist ikki eins væl. Tá var hann nummar fýra.
Tveir eru á veg
Føroysk svimjing hevur buldrað avstað seinastu árini. Pál Joensen hevur slóðað fyri, og hann hevur givið heimsins bestu svimjarum skarpan gang í fleiri førum. At føroysk svimjing er annað enn Pál Joensen, var kappingin í Bergen eisini greitt dømi um. Umframt Magnus Jákupsson, smæddust Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim, ikki burtur. Teir tóku lut í kappingunum fyri yngru juniorarnar, og teir vunnu eisini fleiri heiðursmerki. Tað er greitt tekin um, at Føroyar fara helst eisini at eiga virknan leiklut í svimjielituni næstu árini.