Innspræning frá landinum og Framtaksgrunninum er í sjálvum sær ikki nóg mikið til at bjarga Smyril Line. Víðgongdar broytingar verða gjørdar í siglingarætlanini hjá Norrønu, og nú verður bert fokuserað uppá tær ruturnar, ið geva mest av sær fíggjarliga, og sum flest fólk nýta.
Øll siglingarætlanin hjá Norrønu verður broytt, og hesar broytingar innibera millum annað, at farleiðirnar til Bergen og til Scrabster verða niðurlagdar, umframt at Norrøna bert fer at sigla til Hanstholm um summarið.
- Summarsiglingin verður nú broytt soleiðs, at Norrøna fer at sigla tvær ferðir um vikuna til Hanstholm og eina ferð til Seyðisfjørð. Um várið og heystið fer Norrøna framyvir at sigla einaferð um vikuna til Esbjerg og einaferð til Seyðisfjørð, og um veturin verður siglt til Esbjerg einaferð um vikuna, greiðir Peter S. Holm, stjóri á Smril Line, frá.
Satsa uppá farmin
Broytingirnar í siglingarætlanini skulu eftir æltan geva Smyril Line meira burturúr farmasiglingini.
- Vit fara nú at satsa meira uppá farmasiglingina. Hetta merkir tó ikki, at vit fara at seta meira pláss burturav til farm, men at vit passa siglingina betri til vinnulívið í Føroyum, eitt nú fer Norrøna framyvir at verða í Havn sunnukvøld, soleiðs at handlarnir nú kunnu fáa frískt grønt mánamorgun. Vit passa eisini siglingina til soleiðs, at føroysku fiskaútflytararnir fáa meira burturúr, og hesar broytingarnar einsamallar eiga at fáa tølini á botnlinjuni at verða svørt aftur, sigur Peter S. Holm, stjóri í Smyril Line.
Bíligari ferðaseðlar
Framyvir verður nú satsað meira uppá farleiðina til Danmarkar, og hetta er eisini tann mest nýtta farleiðin hjá ferðafólkunum. Saman við at siglingarætlanin verður broytt, fer Smyril Line eisini at lækka ferðaseðlaprísin.
- Seinastu árini hava vit hækkað ferðaseðlaprísirnar ov nógv, og hetta verður nú broytt. Vit fara ætlandi at lækka ferðaseðlaprísirnar aftur og gera tað meira lokkandi hjá ferðafólki at sigla við Norrønu, greiðir Peter S. Holm frá.
Norrøna ikki seld í bræði
Tey eru nógv, ið vilja vera við at Norrøna ikki er egnað til okkara farvatn, og tað er Peter S. Holm eisini lutvíst samdur í. Men ætlanin er ikki at selja skipið í bræði.
- Norrøna er als ikki egnað til at sigla millum Føroyar og Ísland um veturin, og siglingarætlanin verður eisini broytt soleiðs, at Norrøna ikki siglir til Seyðisfjørð um veturin longur. Norrøna hevur ikki verið rætta skipið til siglingina, soleiðs sum hon hevur verið higar til, men nú vit laga siglingina til, verður Norrøna framyvir tað rætta skipið til siglingina, sigur Peter S. Holm.
Ætlanir hava verið at selja Norrønu, men tað, teir hava fingið bjóðað fyri skipið, hevur ikki verið nøktandi. Harafturat er Norrøna munandi bíligari at reka enn eldri og minni skip, og tískil liggur tað ikki í kortunum at selja Norrønu í løtuni.
- Men skuldi onkur bjóða okkum ein góðan prís fyri Norrønu, fara vit at umhugsa støðuna, sigur Peter S. Holm, stjóri í Smyril Line










