Stjórin í Berg Motors, Jóhannes Berg, sigur, at í løtuni eru samráðingar millum partarnar, men eingin avgerð er tikin enn. Spurdur um hví Berg Motors hava fleiri nýggjar Renault bilar standandi í J. Paturssonargøtu sigur hann, at teir eru bidnir um at hava hesar 18 bilarnar í varðveitslu fyri Renault Danmark.
Renault bilar hava verið umboðaðir í Føroyum í mong ár. John W.Thomsen í Klaksvík seldi Renault í 60-unum, eitt skfti var Valdemar Lützen umboð fyri Renault, í sambandi við at teir vóru franskt konsulát í Føroyum, síðan hava Ivan Johansen, Brøður Petersen og VR-Bilar selt Renault.
Renault er ein av elstu bilverksmiðjum í heiminum, stovnað í 1899 í Fraklandi. Renault er høvuðspartaeigari í Nissan Motor Company, sum er triðstørsti japanski bilframleiðari. Í dag eru nógvir Renault og Nissan bygdir yvir somu plattformar. Renault eiga eisini rumensku Dacia bilverksmiðjuna.