Berbatov bjargaði Manchester United

 

Við 10 monnum eydnaðist tað Manchester United at vinna í evstu løtu á Bolton, meðan Arsenal enn eina ferð misti. Manchester United hevði í dag vitjan av Bolton á Old Trafford. Vertirnir høvdu torført við at bróta Bolton niður. Um miðjan seinna hálvleiki fekk Manchester United Johnny Evans útvístan. Avgerandi málið kom tveir minuttir fyri tíð, tá Dimitar Berbatov gjørdist bjargingarmaðurin hjá Manchester United.

 

Arsenal var í stórum trupulleikum í útidystinum móti West Bromwich Albion. Tá tjúgu minuttir vóru eftir var WBA á odda 2-0. Við málum frá Andrei Arshavin og Robin van Persie megnaði Arsenal um ikki annað, at fáa eitt stig við aftur til London. Eisini Blackburn var aftanfyri við tveimum móti Blackpool, men megnaðu somuleiðis at koma upp á javnleik 2-2.

 

Wolverhampton vann 1-0 á Aston Villa á Villa Park. Viðhaldsfólkini eru ónøgd við venjaran Gerard Houllier. Stoke vann heili 4-0 á Newcastle og Wigan vann í evstu løtu á Birmingham. Tottenham megnaði fyrr í dag bara at fáa javnleik á heimavølli móti West Ham. Einki mál kom í dystinum.

 

Manchester United liggur fremst, nú fimm stig frammanfyri Arsenal, sum tó hevur leikt ein dyst færri.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Tottenham ? West Ham 0-0

Aston Villa ? Wolves 0-1

Blackburn ? Blackpool 2-2

Manchester United ? Bolton 1-0

Stoke ? Newcastle 4-0

WBA ? Arsenal 2-2

Wigan ? Birmingham 2-1

Everton Fulham (Kl 17:30)