Nú verða neyvan umstøður at lækka prísin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunalrnar nógv afturat.
Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur undirsjóvartunlarnar.
Nú er avgjørt, at prísirnir skulu lækka tann 1. august og tá verður tað enn bíligari hjá teimum, sum hava hald, at koyra ígjøgnum tunlarnar. Men hjá teimum, sum hava hald til størri bilar, lækkar prísurin lutfalsliga meiri nevniliga úr 135 krónum, niður í 100 krónur fyri hvønn túrin. Hinvegin vera prísirnir fyri árshaldini og einstakar túrar vera óbroyttir.
Hendan príslækkingin fer at kosta undirsjóvartunlunum slakar fimm milliónir krónur í mistum inntøkum. Og Uni Danielsen sigur, at nú verður neyvan rúmd fyri at lækka prísirnar enn longur niður, tí felagið skal hava pening til rakstur, hald og ábøtur. Annars verða prísirnir viðgjørdir við jøvnum millumbilum, tí samstundis sum prísirnir eru lækkaðar, er ferðslan eisini munandi økt.
Men hann hevur áður sagt, at tað er avgerandi, at prísurin verður lækkaður við varsemi fyri at sleppa undan eini støðu, har tey noyðast at hækka hann aftur, tí onkrar útreiðslur taka seg upp.
Eitt nú sigur hann, at næsta stóra umvælingin, ið stendur fyri framman, verður væntandi at skifta ljós í Vágatunlinum. Ljósini í tunlinum eru so gomul, at tað knípur at fáa eykalutir og tí verða møguleikarnir nú kannaðir fyri at seta ledljós upp ístaðin, sigur Uni Danielsen.