Brennievni at fáa
Miðvági:
Tað var bensin og dieselolja at fáa í Miðvági seinnapartin mikudagin. Fylt var í tangarnar hjá Mylluni, og beinanveg stóðu bilar í hundraðtali í bíðirøð.
At tørvurin á brennievni til bilarnar er svárur, sást týðuliga í Miðvági seinnapartin mikudagin. Tað mesta av einum hálvum kilometri var bíðirøðin saktans, sum stóð frá bensinstøðini Mylluni uttan fyri kirkjuna og norður móti smiðjuni hjá J.K. Joensen.
Har vóru akfør av øllum sløgum. Alt frá vanligum persónbilum, hýruvognum og vøruvognum, eins og lastbilar og onkur bussur hjá Bygdaleiðum eisini stóð og bíðaði eftir hesum dropum, sum longst hevur verið so sáran eftir.
Á pumpuni stóð, at latið varð ikki í dunkar og tunnur. So har fingu øll burturav. Tað tók tað mesta av einum tíma at koma gjøgnum røðina og sleppa fram at pumpunum.
Men hvussu og hvaðani brennievnið var komið, fekst støðeigarin ikki at siga nakað um.
Honvegin veit Georg Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, at siga, at oljufelagið Shell hevur smuglað olju og bensin út av goymsluni á Viðanesi í Havn, samstundis sum olja varð latin umborð á Smyril, sum lá við bryggju í Havn.
Arbeiðarafeløgini hava avtalað við Strandferðsluna, at Smyil skal fáa undantaksloyvi at sigla, meðan verkfall er. Tískil fær hann eisini loyvi at bunkra, og hevur avala verið við Shell um hetta.
Bunkringin plagar vanliga at vera á Drelnesi, sigur Georg Hansen. Men mikudagin varð bunkrað í Havn. Oljan varð koyrd við tangabilum av Viðanesi yvir á eystara havnarlagið, har Smyril lá.
Saman við tangabilunum hjá Shell vórðu so báðir teir privatu bilarnir í Vestmanna og í Sandavági boðsendir, og varð bensin og dieslolja fylt á teir, og latin Shell støðunum í Vestmanna og Miðvági.
?Tað er keðiligt, at Shell skal gera soleiðis, sigur Georg Hansen. Vit fara nú at gera av, hvørjar fylgjur tað fer at fáa fyri Shell, og so verða helst tiltøk sett í verk hareftir, sigur hann.