Benjamin: Tað er ræðuligt at tapa ímóti HB

(FM1) Hoyr ein kenslubornan Benjamin Heinesen seta orð á 1-3 tapið ímóti HB

Tað er ræðuligt at tapa ímóti HB. HB er eitt lið ein elskar at hata, sjálvt um viðurskiftini eru góð uttanfyri vøllin, so er ein vinskapur á vøllinum. Orðini eigur U21 landsliðsspælarin, Benjamin Heinesen sum saman við liðfeløgunum tapti 1-3 ímóti HB, ið samstundis tók gamla stigametið frá B36 sum B36 setti í 2011 við 67 stigum. HB hevur nú 70 stig, og kann koma uppá 73 stig ímóti Víkingi komandi leygardag.

 

Benjamin Heinesen heldur, at dysturin í dag uppsumerar kappingarárið hjá B36 og HB, har B36 hevur nógvar málmøguleikar, men tekur ikki av, meðan HB tekur av sínum málmøguleikum og vinnur dystin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Benjamin Heinesen aftaná dystin millum B36 og HB.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB.