"Sinjar to Lincoln" er ein samstarvsverkætlan sum føroyski myndamaðurin Benjamin Rasmussen hevur gjørt saman við samstarvspartnaranum Mike Shum.
Benjamin Rasmussen fekk nógva umrøðu fyrr í summar, tá hann átti forsíðumyndina á Time Magazine av amerikanska forsetanum Donald Trump. Fyri kortum lat myndamaðurin eina nýggja verkætlan úr hondum.
Samstarvsverkætlan, sum setur myndir og sms boð saman, og soleiðis sigur søguna um Yazidi fólkið úr norður partinum av Irak, sum flýdd eru til amerikanska býin Lincoln í statinum Nebraska.
Verkætlanin vísur á bondini, sum knýtt eru millum familju og vinir í einum ræðuleika har fólk verða noytt at flýggja úr heimi sínum.
Les meir um verkætlanina her