Liverpool venjarin Rafael Benitez sigur sum er: ?Fernando Torres veit, at hann er lyklaleikarin hjá okkum, og hann veit, at leika vit væl, so skorar hann mál. Eg vænti, at hann fer at arbeiða líka hart, sum hann hevur gjørt áður. Tó, í kvøld er talan um ein evropeiskan dyst, og eg veit, at hann ynskir at spæla væl, og at skora fleiri mál.? Liverpool-liðskiparin Steven Gerrard sigur, at teir óttast ikki Arsenal, hóast tað hevur gingið illa í hond hjá Liverpool ímóti Arsenal. Arsenal vann tríggjar ferðir ímóti Liverpool seinasta kappingarár, men Gerrard heldur, at góðu evropeisku royndirnar hjá Liverpool fara at muna: ?Vit eru eitt gott lið, tá tað kemur til evropeiskar kappingar, og vit hava altíð álit á, at vit kunnu sigra á øllum. Tá vit gjørdust evropeiskir meistarar í 2005 vunnu vit á øllum teimum bestu liðunum, og eg eri ivaleysir í, at vit kunnu endurtaka hetta.?










