Tað verður gamli Liverpool venjarin, Rafael Benitez, sum verður nýggjur venjari hjá enska fótbóltsfelagnum, Chelsea.
Tað verður váttað á heimasíðuni hjá felagnum, og í alskyns enskum miðlum.
Benitez er níggjundi venjarin í felagnum, síðani russiski ríkmaðurin, Roman Abramovich, keypti tað í 2003, og hann er settur venjari hetta kappingarárið.
Hann tekur yvir eftir Roberto Di Matteo, sum fekk sekkin í morgun. Tað hendir eftir at Chelsea í gjárkvøldið tapti 0-3 fyri Juventus í Champions League, og er í stórum vanda fyri at verða sligið úr kappingini longu í bólkaspælinum.
Roman Abramovich og nevndin í Chelsea eru sannførd um, at Rafael Benitez hevur neyðugu royndirnar til at venda vánaligu gongdini hjá felagnum, og hann fer longu til arbeiðis í morgin árini.
Tvær ferðir er hann valdur til ársins venjara í UEFA, skrivar Sky Sports. Í Spania vann hann spanska meistaraheitið tvær ferðir við Valencia, og UEFA Cup einaferð. Hann hevur eisini royndir úr Onglandi, tí hann var venjari í Liverpool í seks ár. Har vann hann eisini Champions League og FA Cup.