Fyri fýra árum síðan skifti ungarski Miklos Fehér frá FC Porto til Benfica, hóast at feløgini ongantíð komu til sátt og semju um rætta prísin. Tískil avgjørdi ein rættur í Portugal í dag, at Benfica skal gjalda arvafíggindanum úr FC Porto 5 mió. kr.
Miklos Fehér doyði fyri trimum árum síðan, tá ið hann undir einum fótbóltsdysti small um við einari hjartasjúku.