Niklas Bendnter sleppur at sita dómin hjá sær við at nýta fótleinkju í januar og februar. Fótleinkjan verður sett á 3. januar og danski áleyparin skal vera í henni í 50 dagar.
Niklas Bendtner fekk 50 daga fongsulsrevsing fyri at harðskap móti einum hýruvognsførara. Harðskapurin fór fram 9. septembur.
Dómarin segði, at orsaka av ráa harðskapinum og skaðunum, sum hýruvognsførarin fekk, var ikki grundarlag fyri at gera dómin treytaðan. Niklas Bendtner bleiv dømdur fyri bæði at sláa og sparka hýruvognsføraran, tí hann ikki vildi koyra tann vegin, tey bóðu hann.










