Bendtner kláraði ikki Portugal einsamallur

Eftir eina dreymabyrjan í bólki B við 1-0-sigri á Hollandi, kom Danmark í kvøld aftur niður á jørðina eftir dystin ímóti Portugal. Portugal var á odda 2-0, og hóast Nicklas Bendtner við tveimum málum javnaði til 2-2, so gjørdist portugisiski innskiftarin, Silvestre Varela, sigursharri tríggjar minuttir fyri leiklok.

 

Danmark legði alt fyri eitt trýst á Portugal og vann sær fýra hornaspørk longu teir fyrstu sjey minuttirnar, men Portugal megnaði at standa ímóti trýstinum og otaði seg longri fram á vøllin. Hetta gav úrslit í 25. minutti, tá ið Pepe var fyrstur á bóltinum eftir hornasparksinnlegg og stútaði hann bóltin í málið til 1-0 til Portugal.

 

Danska verjan, sum ikki stóð eins væl í dag sum í dystinum ímóti Hollandi, hevði hesa løtuna stórar trupulleikar - serliga tá ið skjóta smáspælið hjá Portugal riggaði til fulnar. Tíggju minuttir seinni økti Helder Postiga til 2-0, tá ið hann inni í feltinum langaði bóltin í nettakið.

 

Danir fullu tó ikki í fátt, og fýra minuttir fyri hálvleik fingu teir aftur lív í dystin. Dennis Rommedahl legði eitt gott innlegg til Michael Krohn-Delhi, sum stútaði bóltin víðari til ein púra leysan Nicklas Bendtner, ið lættliga kundi seta høvdu undir bóltin og minka til 2-1.

 

Nani og Ronaldo vóru ógvuliga vandamiklir, tá ið teir høvdu bóltin, og tveir minuttir fyri hálvleik var um reppið, at Ronaldo økti til 3-1. Danska verjan fekk tó ruddað burt í evstu løtu, og var hálvleiksstøðan tískil 2-1 til Portugal.

 

Frá byrjan í seinna hálvleiki vóru tað danir, ið fyri tað mesta høvdu bóltin, men tó fekk Cristiano Ronaldo størsta møguleikan ta løtuna, tá ið hann slapp at renna púra leysur mótvegis málinum. Skotið var tó alt ov vánaligt og Stephan Andersen bjargaði.

 

Hetta var í grundini myndin av seinna hálvleiki. Danmark hevði bóltin mest, men teir vóru lítið vandamiklir, meðan Portugal hinvegin lúrdi eftir mótálopum. 12 minuttir fyri leiklok fekk Cristiano Ronaldo enn ein risa møguleika, men hóast hann aftur hesaferð var púra leysur, so skeyt hann bóltin við síðuna av.

 

Tá ið Portugal ikki tók av sínum møguleikum, so gjørdu Danmark og Nicklas Bendtner tað so sanniliga. Tveir minuttir eftir risa møguleikan hjá Real Madrid-stjørnuni, var Nicklas Bendtner aftur til reiðar við høvdinum eftir eitt frálíkt innlegg frá Lars Jacobsen, og umvegis bæði Rui Patricio í Portugal-málinum og stongina javnaði hann til 2-2.

 

Júst sum Danmark var á gosi og angaði í minsta lagi eitt stig, so spilti innskifti Silvestre Varela gildið tríggjar minuttir fyri leiklok. Hann fekk tamarhald á einum bólti í feltinum og langaði bóltin í netið til 3-2, sum - hóast Danmark royndi at svara aftur - gjørdist endaliga úrslitið.

 

Danmark - Portugal 2-3 (1-2)

0-1: Pepe, 24.

0-2: Helder Postiga, 36.

1-2: Nicklas Bendtner, 41.

2-2: Nicklas Bendtner, 80.

2-3: Silvestre Varela, 87.

 

Danmark (4-2-3-1): Stephan Andersen - Lars Jacobsen, Simon Kjær, Daniel Agger, Simon Poulsen - Niki Zimling (16. Jakob Poulsen) William Kvist - Dennis Rommedahl (60. Tobias Mikkelsen) Christian Eriksen, Michael Krohn-Dehli (90. Lasse Schøne) - Nicklas Bendtner

 

Portugal (4-3-3): Rui Patricio - Joao Pereira, Bruno Alves, Pepe, Fabio Coentrao - Raul Meireles (84. Silvestre Varela) Miguel Veloso, Joao Moutinho - Nani (89. Rolando) Hélder Postiga (64. Nélson Oliveira) Cristiano Ronaldo

 

Dómari: Craig Thomson (Skottland)