Sum skilst er ivasamt, um Sjúrður Skaale stillar upp til løgtingsvalið. Hann segði við in.fo hósdagin, at hann hann fór at tosa við flokkin um hetta, so at hann tí ikki hevði tikið støðu. Á seinasta løgtingsvalið stillaði Sjúrður Skaale ikki upp, tí hann valdi at røkja fólkatingsarbeiðið burturav. Í Javnaðarflokkinum, eins og í fleiri øðrum flokkum, hava tey ta støðu, at sami persónur ikki kann sita í Fólkatinginum og í Løgtinginum.
Tá in.fo hósdagin spurdi Ben Arabo, um hald vóru í tíðindunum um, at hann var á veg upp á listan hjá Javnaðarflokkinum, vildi hann ikki vátta tíðindini, sum hann heldur ikki avsannaði. Av tí at vit høvdu góðar ábendingar um, at hann fór at stilla upp, so skrivaðu vit søguna, sum í dag er váttað í fleiri miðlum.
Ben Arabo hevur ongantíð stillað upp til val ella verið virkin í politikki, tó at hann kemur úr eini kendari javnaðarfamilju. Pápi hansara, Thomas Arabo, hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum í mong ár og sitið bæði á Løgtingi og í landsstýri fyri Javnaðarflokkin.
Ben Arabo er kendur í almenna orðaskiftinum fyri sínar kontantu viðmerkingar til tað, sum hann heldur vera skeivt í samfelagum. Hann situr í løtuni sum formaður í nýskipanarnevndini, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum, sum løgmaður setti at koma við uppskotum.
Ben Arabo hevur nógvar og drúgvar royndir sum virkin vinnulívsmaður og hevur verið stjóri eitt nú oljufelagnum Hess, sum var við í oljuleitivirksemi í Føroyum um aldarskiftið, og í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Hann hevur eisini verið stjóri í P/F Betri og nevndarlimur í Betri Banka eins og nevndarformaður í Føroya Banka. Nú er hann stjóri í Framtaksgrunni Føroya, sum er almennur grunnur sum Føroya Landsstýri eigur. Hann er eisini nevndarlimur í ymsum feløgum.










