Belgiskur spælari skal royndarvenja við AB

Nakað av tilgongd verður á Argjum, nú flytingarvindeygað letur upp

Flytingarvindeygað letur upp 15. juni. Tað er líkt til, at fleiri flytingar verða. AB hevur í fleiri úr útmerkað seg í summarsteðginum. Millum annað í fjør, tá Tobias Larsen og Lukas Giessing komu til felagið.

Á Argjum er ikki kreppustemningur, hóast liðið bara hevur fingið tvey stig. Símun Samuelsen, nýggjur venjari hjá AB saman við Tonny Brimsvík, sigur við Sosialin, at felagið ikki ætlar at gera stórar broytingar.

- Vit ætla ikki at gera nakað stórt, men ein belgiskur spælari kemur at royndarvenja. Hann skal so testast fyri korona og alt tað, áðrenn vit kunnu síggja um hann er góður nokk. Hann er ein verjukendur miðvallari, sigur Símun Samuelsen.

AB hevur longu Eli S. Christiansson aftur í hópinum. Hann spældi á miðjuni í fjør, men er farin til Danmarkar at lesa. Hann verður heima í summarsteðginum. Hartil ljóðar, at spælarar sum Karstin Højgaard, Beinir Ellefsen og Hørður M. Mohr taka eitt tørn á næstbesta liðnum í summar, meðan Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze vóru á næstbesta liðnum í gjár, so er spurningurin um tað gevur nakað avkast til besta liðið.

##med2##

- Vit eru nøgdir við hópin, men kemur rætti spælarin, so hyggja vit sjálvandi upp á tað, sigur Símun Samuelsen.

AB spælir í kvøld móti NSÍ í Runavík. Dysturin byrjar klokkan 19 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Fakta 7. umfar:

Fríggjadagin:

B36-EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-AB (19.00) Beinleiðis á FM1

Leygardagin:

TB-ÍF (14.00)

HB-Skála (17.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1