Tað verður ein rættiliga royndur belgiskur dómari, sum kemur at døma HM-undankappingardystin millum Sveis og Føroyar í Luzern, sunnudagin.
35 ára gamli Sébastien Delferiere úr Belgia hevur dømt 15 A-landsdystir, og hevur harumframt dømt nógvar dystir í Europa League og hevur hann eisini dømt dystir í Champions League undankappingini. Sébastien Delferiere hevur eisini dømt undankappingardystir fyri ungdómslandslið.
Í 45 altjóða dystum hevur Sébastien Delferiere givið 10 reyð kort og 170 gul kort. Í hesum 45 altjóða dystunum hevur Sébastien Delferiere dømt 13 brotsspørk.
Dómararnir og hjálpardómararnir til HM-undankappingardystin millum Sveis og Føroyar sunnudagin eru :
Dómari: Sébastien Delferiere (Belgia)
Hjálpardómari 1: Yves de Neve (Belgia)
Hjálpardómari 2: Kevin Monteny (Belgia)
Fjórði dómari: Alexandre Boucaut (Belgia)









