Belgia loksins fingið stjórn

Belgiski kongurin, Albert II. , tilnevndi í gjárkvøldið sosialdemokratin Elio Di Rupo landsins forsætisráðharra, og sostatt er tann 540 dagar langa stjórnarkreppan av. Umframt forsætisráðharran tilnevndi kongur 12 nýggjar ráðharrar. Tann nýggja stjórnin tekur við eftir eina starvsstjórn.

Tað hevur verið óvanliga torført at skipa stjórn í Belgia síðani seinasta val. Eitt er, at flokkarnir hava ymisk politisk sjónarmið, men harafturat koma tey serligu viðurskiftini, sum standast av, at ein partur av fólkinum hevur flamskt sum móðurmál og hin parturin franskt. Í teirri nýggju stjórnini eru ráðharrastørvini býtt javnt ímillum tey bæði máløkini og teirra flokkar.

Tann 60 ára gamli Elio Di Rupo er tann fyrsti sosialdemokratiski stjórnarleiðarin í Belgia síðani 1974, skrivar AFP.