Fípan Fagra úr Klaksvík hevði munin í fimmannafarsróðrinum við dreingjum, tá ið máldómarin lat skotið av. Sambært lærmanninum, Hera Hammer, hevur drúgv bekkvenjing gjørt ein mun.
Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER
- Eftir vit taptu fyri Bliki í síðstu viku, hava vit vant nógv í bekkinum. Vit hava ikki verið nóg góðir í bekkinum, og tí var tað ein góð kensla, tá hann loksis riggaði,
sigur Heri Hammer, sum er við til at stýra tøkunum, tá ið hann situr á lærinum í stýriborð. Hann sigur, at róðurin gekk júst eftir ætlan.
- Alt gekk sum ætlað. Vit fylgdu ætlanini, ið vit høvdu lagt frammanundan, og tað var at taka nøkur kraftig tøk á 500 metrum og síðani økja tempo,
sigur Heri Hammer fegin. Tá ið kappingin er so hørð millum bátarnar, ávirkar hetta eisini ungu rógvararnar, ið ikki eru so royndir enn.
- Vit eru øgiliga nervøsir áðrenn róðurin, tí vit vita, at kappingin er so hørð. Men vit koyra bara alla orkuna í hvørt tak,
sigur Heri Hammer. Ungi rógvarin úr Klaksvík dámar væl at rógva.
- Tað er stuttligt at rógva. Serliga tá ið vit vinna. Tá er tað veruliga stríðið vert,
sigur Heri Hammer. Hann endar samrøðuna við at siga, at dreingjamanningin á Fípuni Føgru er greið yvir, at kappingin verður hørð síðstu stevnurnar. Teir ætla tó at venja hart og stremba eftir at vera líka sannførandi, sum teir vóru á Norðoyastevnu.