Beistagerð frá Strandfaraskip Landsins

Tað er eftir mínari meting, rein forfylging av Suðuroy, soleiðis sum Strandfaraskip Landsins leggur ferðaætlan til rættis, tí hon er bert fyri norðingar.

Fyri einari tíð síðani lág uppskot um ferðaætlan hjá SSL fyri 2003, á heimasíðani hjá somu fyritøku. Her kom fram, at túrarnir úr Tórshavn kl. 1030 týsdag og mikudag, skuldu broytast til kl. 1015 úr Tórshavn, mánadag, týsdag og hósdag.
Við verandi ferðaætlan eru suðringar, sum hava ørindir í miðstaðarøkinum, noyddir til at ganga har í 12-13 tímar týsdag og mikudag og íalt eru teir minst heimanífrá frá kl. 0700 til kl 2130.
Við eisini, at sigla kl. 1015 úr Tórshavn hósdag verða umstøðurnar hjá suðringum munandi verri, tí henda dag siglur Smyril ikki suður aftur fyrr enn kl. 2100 úr Tórshavn, væl at merkja eftir ferðaætlanini og skulu suðringar henda dag verða heimanífrá frá kl. 0700 til kl 2330, tað er eingin annar í Føroyum sum hevði funnið seg í hesum.
Um SSL yvirhøvur hevur nakra ætlan um at gera tað liviligari fyri suðringar so at teir kunnu avgreiða neyðug ørindi í miðstaðarøkinum, so skal fráferð úr Tórshavn kl. 1015 ikki økjast til tríggjar dagar, men minkast niður í hægst ein dag og annars skuldi verði siglt hesar dagar kl. 1230 úr Tórshavn.
Men ferðaætlanin, sum kemur í gildi 1.mai 2003 vísur greitt, at hon er gjørd til tey sum koma frá miðstaðarøkinum og hava ørindir í Suðuroy og ikki fyri Suðuroy og suðringar.