Beinta suverenur meistari

Beinta við gentumanning hevur vunnið FM heitið. Genturnar úr Miðvági vunnu dyggan sigur á Ólavsøku, og harvið tryggjaðu tær sær FM heitið.

Ørnin úr Sandavági fekk besta startin, og eina løtu totaðust vágabátarnir báðir - Beinta og Ørnin - um fremsta plássið, meðan Falkur, ið hevði møguleika at vinna FM, ikki fekk so góðan start.

Meðan Beinta streyk frá hinum, so gjørdist kappingin um næstfremsta plássið sera tøtt. Tað kappingina vann Falkur, meðan Ørnin endaði á triðja plássi.

 

1 Beinta 04:54.16

2 Falkur 04:56.12

3 Ørnin 04:57.11

4 Sílið 04:57.19

5 Tjaldrið 05:05.03

6 Silja 05:06.14

7 Tambar 05:09.12

 

Endaliga støðan

1 Beinta 45 (FM vinnari)

2 Falkur 42

3 Sílið 32

4 Ørnin 27

5 Tjaldrið 24

6 Silja 14

7 Tambar 9

8 Fípan Fagra 2