Beinta Løwe hevur skrivað nýggja bók

Mikudagin eru 40 ár síðani kvinnur fyrstu ferð vórðu valdar í Løgtingið. Í hesum sambandi kemur út bókin "Kvinnur í landspolitkki - valrættur í eina øld", ið Beinta Løwe, journalistur, hevur skrivað.

Hetta er fyrstu ferð, at søgan um politisku rættindini hjá føroyskum kvinnum alment verður givin út.

Í bókini eru eisini nýggjar samrøður við kvinnur, ið hava verið, og framvegis eru í føroyskum landspolitikki.

Bókin verður løgd fram í Mettustovu mikudagin kl. 19.00.